LinkedIn er eitt sosialt netverk fyri alskyns yrkisfólk, og síðan hevur fleiri enn 400 milliónir brúkarar um allan heimin. Linkedin er eitt netsamfelag, har dentur verður lagdur á yrki, starvsroyndir, útbúgving o.l. Microsoft hevur keypt LinkedIn í 2016, og feløgini siga, at hvørt partabrævið er keypt fyri 196 dollarar hvørt. Tilsamans er prísurin 26,2 milliardir dollarar, ella 173 milliardir krónur. Jeff Weiner, sum hevur verið ovasti stjóri í LinkedIn, heldur fram sum stjóri í LinkedIn eftir uppkeypið hjá Microsoft. Linkedin varð stovnað í 2003 og hevur í 2016 uml. 433 milliónir brúkarar.
Appearance