Jump to content

Joen Magnus Rasmussen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Joen Magnus Rasmussen í 2012

Joen Magnus Rasmussen (føddur 27. februar 1966) er ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari (FF).

Hann er útbúgvin skrivstovumaður, og er stjóri á Tavan Sp/f í Leirvík.

Politisk lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Hann var bygdarráðslimur í Leirvík 2000–2008 og býráðslimur í Eysturkommunu 2009–2012. Frá 2011-2015 var hann fastur varalimur á Føroya Løgtingi fyrst fyri Jákup Mikkelsen 2011–2012 og frá 2012-2015 fyri Jacob Vestergaard. Hann var næstformaður í Landsstýrismálanevndini og varamaður í Fíggjarnevndini og Trivnaðarnevndini frá 2011-2015. Á løgtingsvalinum 2015 varð hann ikki valdur.

Løgtingsnevndir

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2011-15 Næstformaður í Landsstýrismálanevndini
  • 2011-15 varamaður í Fíggjarnevndini
  • 2011-15 varamaður í Trivnaðarnevndini

Hann er sonur Ragnhild og Jafet Rasmussen. Hann er giftur Silvurlín Rasmussen, tey eiga børnini Jeanet Toftenæs Rasmussen og Silju Toftanes Rasmussen.[1]

  1. "logting.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-02-08. https://web.archive.org/web/20160208141905/http://www.logting.fo/parliamentmember/view.gebs?parliamentMember.id=120. Heintað 2014-05-29. 
pFad - Phonifier reborn

Pfad - The Proxy pFad of © 2024 Garber Painting. All rights reserved.

Note: This service is not intended for secure transactions such as banking, social media, email, or purchasing. Use at your own risk. We assume no liability whatsoever for broken pages.


Alternative Proxies:

Alternative Proxy

pFad Proxy

pFad v3 Proxy

pFad v4 Proxy