Joen Magnus Rasmussen
Joen Magnus Rasmussen (føddur 27. februar 1966) er ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari (FF).
Hann er útbúgvin skrivstovumaður, og er stjóri á Tavan Sp/f í Leirvík.
Politisk lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Hann var bygdarráðslimur í Leirvík 2000–2008 og býráðslimur í Eysturkommunu 2009–2012. Frá 2011-2015 var hann fastur varalimur á Føroya Løgtingi fyrst fyri Jákup Mikkelsen 2011–2012 og frá 2012-2015 fyri Jacob Vestergaard. Hann var næstformaður í Landsstýrismálanevndini og varamaður í Fíggjarnevndini og Trivnaðarnevndini frá 2011-2015. Á løgtingsvalinum 2015 varð hann ikki valdur.
Løgtingsnevndir
[rætta | rætta wikitekst]- 2011-15 Næstformaður í Landsstýrismálanevndini
- 2011-15 varamaður í Fíggjarnevndini
- 2011-15 varamaður í Trivnaðarnevndini
Familja
[rætta | rætta wikitekst]Hann er sonur Ragnhild og Jafet Rasmussen. Hann er giftur Silvurlín Rasmussen, tey eiga børnini Jeanet Toftenæs Rasmussen og Silju Toftanes Rasmussen.[1]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "logting.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-02-08. https://web.archive.org/web/20160208141905/http://www.logting.fo/parliamentmember/view.gebs?parliamentMember.id=120. Heintað 2014-05-29.