Content-Length: 102244 | pFad | https://fo.wikipedia.org/wiki/Formel_1

Formel 1 - Wikipedia Jump to content

Formel 1

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Formel 1
F1
Almenna búmerkið hjá Formel 1. Tað hevur verið nýtt síðani 2018.

Formel 1 (alment heiti FIA Formula One World Championship) er eitt altjóða kappkoyringar meistaraheiti. Tað er hægsta stig innan kappkoyring av sínum slag. Fyrsta kappingin fór av bakkastokki í 1950. Kappingin verður samskipa av altjóða kappkoyringar sambandinum FIA í samstarvi við Formula One Group. Formel 1 hevur, síðani byrjanina, verið sæð sum fremsta kappkoyringar meistaraheiti heimsins. Eitt kappingarár koyrur frá mars til desember í eini røð av Grand Prix vikuskiftum. Koyrt verður um allan heim, antin á breytum, ið eru bygdar til tað sama, ella á stongdum landsvegum. Talið av Grand Prix vikuskiftum hevur verið skiftandi ígjøgnum søguna, men seinastu árini hevur tað ligið millum 16-21 vikuskifti.

Grand Prix

[rætta | rætta wikitekst]

Hvørt Grand Prix vikuskifti er uppdeilt í tríggjar partar. Byrjað verður fríggjadagar við venjing og leygardagar skulu koyrararnir kvalifisera seg. Koyrt verður í trimum kvalifikatiónspørtum. (Q1, Q2 og Q3) Undir Q1 eru allir 20 koyrararnir við.15 teir skjótastu koma víðari til Q2, har 10 teir skjótastu koyrararnir skulu finnast. Hesir tíggju kappast víðari í Q3. Sunnudagar er sjálv kappkoyringin á skránni. Koyrt verður millum 52 og 58 umgangir. Til eitt Grand Prix vikuskifti liggur áskoðaratalið í miðal um 300 túsund fólk.

Formel 1 hevur sín uppruna miðskeiðis í 1920'árunum, tá tað í 1925 varð skipa fyri fyrsta heimsmeistaraheitinum innan kappkoyring. Hesar Grand Prix kappingar gjørdust sera væl umtøktar sum árini gingu, og í 1946 varð regluskipanin handan nýggjan kappingarleist nágreiniliga lýst og hendan skipan fekk heiti "Formel 1". Sama árið var fyrsta Formel 1 kappingin hildin. Fýra ár seinni, í 1950 varð fyrsta heimsmeistarakappingin á skránni. Heimsmeistaraheiti er tað sama sum kappast verður um í dag, og tískil verður 1950 sagt, at vera byrjanin av Formel 1, hóast tær fyrstu einstøku kappingarnar eru eldri enn hetta.

Fyrstu árini var tað italska Alfa Romeo liðið, sum vann flestu meistaraheitini. Fyrsta meistaraheiti vann Emilio Giuseppe "Nino" Farina. Árið eftir vann liðfelagin Juan Manuel Fangio, í sínum Alfa Romeo 159.

Alfa Romeo 159 bilurin hjá argentinska Juan Manuel Fangio.








ApplySandwichStrip

pFad - (p)hone/(F)rame/(a)nonymizer/(d)eclutterfier!      Saves Data!


--- a PPN by Garber Painting Akron. With Image Size Reduction included!

Fetched URL: https://fo.wikipedia.org/wiki/Formel_1

Alternative Proxies:

Alternative Proxy

pFad Proxy

pFad v3 Proxy

pFad v4 Proxy