Elin Bjørg Højgaard
Elin Bjørg Højgaard | |
---|---|
Føddur | 31. oktober 1945 Toftir Føroyar |
Doyði | 27. mai 1977 Keypmannahavn Danmark |
Útbúgving | Frítíðarheimslærari |
Yrki | Fríríðarheimsleiðari |
Foreldur | Hans Jacob Højgaard |
Elin Bjørg Højgaard var føroyskur rithøvundur og frítíðarheimslærari, hon skrivaði barnabøkur. Elin Bjørg varð borin í heim á Toftum 31. oktober í 1945, men flutti sjey ára gomul til Havnar við foreldrunum, tá pápin gjørdist lærari við Tórshavnar Kommunuskúla. Aftan á lokna skúlagongd og fyrifallandi arbeiði eitt skifti fór hon í 1970 til Keypmannahavnar at læra til frítíðarheimslærara. Eftir lokið prógv í 1973 arbeiddi hon á dagstovnum í Albertslund og Glostrup til hon 27. mai 1977 andaðist bert 31 ára gomul.
Elin Bjørg skrivaði tvær barnabøkur og myndaskrýddi tær hegnisliga. Hin fyrra "Stina, Tina og Tummas" kom í 1970.[1] Eftir deyða hennara, í 1978, kom seinna bókin "Trøllalív", skrivað í ævintýrasniði, men við høvuðsevni, ið uppi er í tíðini: Arbeiðsbýtið kynjanna millum.