Jump to content

Janus Rasmussen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Janus Rasmussen er ein føroyskur tónleikari og framleiðari búsitandi í Íslandi. Saman við trimum øðrum er hann limur í íslendska tónleikabólkinum Bloodgroup. Hann er eisini limur í Kiasmos saman við íslendska tónleikaranum Ólafur Arnalds og í Byrta saman við Guðrið Hansdóttir.[1]

Janus Rasmussen hevur framleitt tónleik fyri fleiri einstaklingar. Eitt nú Heiðrik á Heygum, Høgna Reistrup og Guðrið Hansdóttir.

Í 2011 framleiddi Janus plátuna hjá Høgna Reistrup Samrøður við framtíðina. Við á útgávuni eru Høgni Lisberg, Knút Háberg Eysturstein, Ísak Sambleben og Janus Kampmann.

Í 2013 framleiddi Janus fleiri útgávur. Millum annað framleiddi hann saman við Ólavi Jákupssyni "Áðrenn vit Hvørva" hjá Høgna Reistrup. Fyrsta staklagið av útgávuni var Vegurin. [2]

Í 2012 heitti Guðrið Hansdóttir á Janus Rasmussen um at framleiða tilfar fyri seg, tá Guðrið búði í Íslandi. Síðani stovnaðu tey elektro popp duo'ina Byrta. Fløga við Byrta kom út í 2013. Janus spælir øll ljóðførini á fløguni og hevur eisini framleitt. Guðrið hevur skrivað sangirnar.[3] Janus hevur givið fleiri fløgur út saman við Bloodgroup. Hann hevur áður verið limur í føroyska tónleikabólkinum Lama Sea.

  1. "Planet.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-11-05. https://web.archive.org/web/20131105085233/http://planet.fo/grein/janus_fra_bloodgroup_eg_hevdi_veri_ftakur_so_leingi. Heintað 2013-11-02. 
  2. Vegurin á YouTube
  3. Kringvarp.fo Kend tónlistafólk stovna elektro-duo

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
pFad - Phonifier reborn

Pfad - The Proxy pFad of © 2024 Garber Painting. All rights reserved.

Note: This service is not intended for secure transactions such as banking, social media, email, or purchasing. Use at your own risk. We assume no liability whatsoever for broken pages.


Alternative Proxies:

Alternative Proxy

pFad Proxy

pFad v3 Proxy

pFad v4 Proxy