Content-Length: 208188 | pFad | http://fo.wikipedia.org/wiki/Guam

Guam - Wikipedia Jump to content

Guam

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Territory of Guam
Guåhan
Flagg Guam
(Flagg Guam)
Skjaldarmerki Guam
(Skjaldarmerki Guam)
Tjóðarslagorð: "Where America's Day Begins"
Tjóðsangur: Fanohge Chamoru
Alment mál Enskt, Chamorro
Høvuðsstaður Hagåtña
Forseti Joe Biden
Guvernørur Lou Leon Guerrero (D)
Fullveldi Onki1
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
545 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
161 001
320/km²
Gjaldoyra Amerikanskur dollari (USD)
Tíðarøki UTC +10
Økisnavn á alnetinum .gu
Telefonkota +1 671
1Guam hevur sjálvstýri, men er undir amerikonskum yvirræði.

Guam (chamorro: Guåhan, enskt: Territory Of Guam) er eitt amerikanskt hjáland í Osiania. Hon er størsta oyggin í Mikronesia. Guam er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda Marianoyggjar í Mikronesia. Guam hevur umleið 160 túsund íbúgvar. Hagåtña er høvuðsstaðurin og størsti býurin er Dededo. Guam er 545 km², í 2014 var fólkatalið á oynni 161 000. Hon er nakað størri enn Streymoy, sum er 373,5 km². Í Guam er fólkatættleikin uml. 320 fólk fyri hvønn km², og í Streymoynna uml. 60 fólk fyri hvønn km². BTÚ fyri hvønn íbúgva í landinum er $ 28,700. Eddie Calvo (føddur 29. august 1961 í Tamuning, Guam) er guvernørur [1]. Hann umboðar republikanararnar. Guam eru limir í Compact of Free Association við Sambandsríki Amerika.

Tá ið Spania tapti í Spanska-amerikanska kríggi ímóti USA í 1898, máttu teir selja Guam til USA 11. august 1898. Frá 1668 og í 320 ár var Guam undir sponskum ræði. Japanska hersetingin í Guam vardi frá 8. desember 1941 til 21. juli 1944 undir Seinna heimsbardaga. Tað verður nú arbeitt við og tosa um, um Guam skal vera ein sjálvstøðug statur í USA saman við Norðaru Marianaoyggjum.[2]

Oyggin er millum annað nevnd í sanginum Where America's Day Begins, sum eisini er tjóðarslagorðið hjá Guam. Eisini verður hon viðhvørt umtalað sum frítíðarstað í amerikanskum spælifilmum. Sum partur av amerikansku umboðanini hava Guam ein sessur í Umboðsmannatinginum í Washington DC, ið er samstarvið millum fólkavaldu tingini (sambandstingið) í USA.

Trý skip úr spanska rannsóknarflotanum, sum skuldu sigla kring jørðina við portugisiska sjófaranum Ferdinandi Magellan (148027. apríl 1521) sum høvuðsmanni, sigldu um tað ovurstóra Kyrrahav. Tey komu fram á tvær smáar polynesiskar oyggjar á vegnum. At enda í mars 1521 kom Magellan til Guam, størstu oynna á Marianoyggjum, tá var manningin illa fyri, og nógvir vóru deyðir [3].

Bardagin við Guam endaði við at umleið 20.000 lótu lív.
Tumon-strondin við Dededo. Strondin er væl umtókt ferðamál.
Hægsta fjall á oynni er Mount Lamlam, sum er 406 metrar høgur.

Bardagin við Guam

[rætta | rætta wikitekst]

Landið var ein partur av tí Spanska hjálandaveldinum til 1898, tá USA legði landið undir seg. Undir Seinna heimsbardaga bleiv Guam hersett av Japan; 8. desember 1941 varð Guam hersett av Japan. Japan hevði ikki sent krígsavbjóðing, tá ið teir lupu á Guam. Í krígsárunum 1941-1944 var Guam hersett av japanarum, og vóru hetta hørð ár hjá fólkum. Nógv fólk varð sent av landinum og sett í fangatippir í Japan. Guam gjørdi í 1944 uppreistur móti tí japanska hjálandaveldinum og skjótt kom USA Guam til hjálpar. Omanfyri 10 % av fólkinum á Guam lótu lív undir japanska stýrinum frá 1941 til 1944.[4] Hermenn úr USA gera innrás í Guam 21. juli í 1944 og koyra Takeshi Takashina herovasta frá. Dagurin 21. juli hátíðarhaldast enn sum Liberation Day.[5] Amerikonsk stríðsflogfør við torpedobumbum søktu m.a. japonsk skip. Ikki vardi so leingi, so høvdu amerikanskir herskip og hermenn sigrað á japanarum, og Guam varð lýst at vera eitt sjálvstøðugt ríki í USA. 18.000 japanskir hermenn lótu lív.[6] Í minsta lagi 1783 amerikanarir lótu lív.

Hóttan úr Norðurkorea

[rætta | rætta wikitekst]

Í 2013 var kent at Norðurkorea hevur flutt rakettútskjótingar rampar til eysturstrondina [7]. Í apríl 2013 kom fram at politiska leiðslan í Norðurkorea hevði góðkent ætlanir um eitt eirindaleyst kjarnorkuálop á amerikonsk mál. Ein tænastumaður í amerikonsku fregnartænastuni CIA sigur við CNN at sambært teirra informasjóndeira so kann ein rakettútskjóting koma heilt skjótt. Informasjónin byggir á avlurting av internum norðurkoreanskum samskifti. Talan kann vera um eitt beinleiðis álop á amerikanskar basur í Asia, Guam ella Hawai'i. Amerikanska verjumálaráðið Pentagon hevur gjørt greitt, at teir fara at senda rakettverjuskipanir til kyrrahavsoynna Guam, har USA hevur eina stóra hernaðarstøð. USA hevur áður sent B-1B «Lancer»-flogfør til Guam til tess at ræða Norðurkorea [8][9]. Oyggin liggur í ein útsynning úr Norðurkorea umleið 3.500 kilometrar frá høvuðsstaðnum Pyongyang.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Guam er størsta oyggj í Mikronesia. Við sínum 545 km2 er Guam á stødd við Streymoynna og Suðuroynna tilsamans.

Guam er syðsta oyggin í oyggjabólkinum Marianoyggjum. Guam er tann størsta í oyggjabólkinum og eisini størsta í Mikronesia. Hon er nakað størri enn Streymoy, sum er 373,5 km², men tað búgva 160.000 fólk á Guam, so har er ógvuliga tættbygt. Landaøki er 541,3 ferkilometrar. Tað vil siga, at Føroyar eru uml. 2-3 ferðir størri enn Guam. Hóast tað eru 13.000 km til høvuðsstaðin í USA, District of Columbia, hoyrir Guam til USA eins og Marianurnar, ið liggja 2000 km eystur úr filipinsku strondini. Hon liggur 1280 km norðanfyri Palau. Teir størstu býirnir eru Dededo, Yigo, Tamuning og Mangilao. Høvuðsstaðurin eitur Hagåtña, men tað er bara 18. størsti býur. Hægsta punktið eitur Mount Lamlam (407 m.). Har er tropuveðurlag; í meginpartinum av Marianoyggjum er miðalhitin tann heitasta mánaðin um summarið millum 30 og 35 °C, og tann kaldasta mánaðin millum 20 og 25 °C. Ein vetrardag í februar 1973 máldu teir 18 °C, hetta er mesti kuldi, máldur er á Guam.

19 kommunur eru í Guam: Agana Heights, Agat, Asan‑Maina, Barrigada, Chalan‑Pago‑Ordot, Dededo, Hagåtña, Inarajan, Mangilao, Merizo, Mongmong‑Toto‑Maite, Piti, Santa Rita, Sinajana, Talofofo, Tamuning, Umatac, Yigo og Yona.

Ferðavinnan er tann týdningarmesta vinnugreinin á Guam, og uml. 20 prosent av landsins bruttotjóðarframleiðslu stava frá ferðavinnuni.

Ferðavinnan hevur havt ein vaksandi týdning fyri Guam. Umleið 1 mió. ferðafólk vitja árliga.[10] Flestu ferðafólk, ið koma til Guam eru japanar (uml. 70 %).[11] Bíligir flogferðaseðlar hava gjørt, at eisini nógvir amerikanar fara til Guam at ferðast. Mest er tað heita veðrið, strendurnar og víkurnar, sum draga fólk higar. Ferðavinna er ein týdningarmikil vinna og inntøkukelda, annars er herurin hjá USA tann størsta vinnan.[12] Umleið 6.000 amerikanskir hermenn eru á Guam. Næstan ein triðingur av oynni er undir ræði av amerikanska herinum. The Joint Region Marianas er ein amerikonsk hernaðarkommando á oynni við herstøðunum Anderson Air Force Bace og Naval Base Guam. Anderson Air Force Base hevur B52-bumbuflogfør og jagaraflogfør. Ovastin í amerikanska herinum hevur nevnt Guam sum "permanenti flogberin hjá USA".[13]

Inn- og útflutningurin av vørum skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2006, sær soleiðis út sambært CIA World Factbook [14]:

Útflutningur Innflutningur
1. Japan Japan 67.2 % Singapor Singapor 50 %
2. Singapor Singapor 11.6 % Suðurkorea Suðurkorea 21.4 %
3. Stóra Bretland Bretland 4.8 % Japan Japan 14 %
4. Hong Kong Hongkong 4.6 %
Fólkið og mentanin hava røtur aftur í spanska, amerikanska og chamorro-indiánska mentan. Landið var undir Spania í 320 ár, men nú er ávirkanin úr USA stór.

Almennu málini í Guam eru tvey, enskt og chamorro. Upprunafólkið í Guam eru chamorro-indiánar. Í 2014 var fólkatalið 161,001 og fólkatættleikin var 320 pr. km². Allir á Guam eru amerikanskir ríkisborgarar. 11.4 prosent av fólkinum er arbeiðsleys og miðallívsævin í landinum er 78.93. Undir 1 prosent av fólkinum eru ikki lesifør [15]. Tann Rómversk-katólska kirkjan er størsti trúarbólkur í Guam; umleið 85 prosent av fólkinum eru rómverskir katolikkar í 2014. 23 prosent av fólkinum livir í fátækradømi (sbrt. CIA, 2001). Á Guam er nógv fólk av filipinskum uppruna.

Høvuðsmálið í Guam er enskt, men flest øll tosa eisini tað gamla málið, chamorro. Á bygd tosa nógv bara chamorro, og í býunum tosa summi bara enskt.

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
  1. http://www.kuam.com/story/13433310/2010/11/02/calvo-claims-victory-in-razor-thin-gubernatorial-race?redirected=true
  2. http://www.abc.net.au/news/2008-05-27/guam-ponders-northern-marianas-reunification/2450494
  3. http://books.google.com/books?id=ZG7ZMAbv_jAC&pg=PA138&lr=&as_brr=3#v=onepage&q&f=false
  4. http://books.google.no/books?id=ow5Wlmu9MPQC&pg=PA102&dq=&hl=en&redir_esc=y#v=onepage&q&f=false
  5. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-12-24. https://web.archive.org/web/20131224091222/http://www.marinecorpstimes.com/article/20070707/NEWS/707070307/Guam-police-arrest-suspect-in-memorial-theft. Heintað 2014-12-01. 
  6. http://www.nytimes.com/1997/09/26/world/shoichi-yokoi-82-is-dead-japan-soldier-hid-27-years.html
  7. http://www.vg.no/nyheter/utenriks/nord-korea-soer-korea/soer-korea-nord-korea-skjoet-opp-kortdistanseraketter/a/10110313/
  8. http://www.nrk.no/verden/fryktar-nordkoreansk-rakettangrep-1.10973871
  9. http://www.businessinsider.com/david-cenciotti-aviationist-us-amasses-strategic-bombers-near-dprk-2013-4
  10. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-07-27. https://web.archive.org/web/20150727200334/https://www.guamvisitorsbureau.com/news/news-releases. Heintað 2014-11-30. 
  11. https://web.archive.org/web/20070827061618/http://www.visitguam.org/members/?pg=research
  12. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-12-03. https://web.archive.org/web/20131203005453/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/gq.html. Heintað 2008-09-27. 
  13. http://www.abc.net.au/news/2017-08-09/where-is-guam-and-how-many-us-troops-are-there/8788566
  14. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-12-03. https://web.archive.org/web/20131203005453/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/gq.html. Heintað 2008-09-27. 
  15. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-12-03. https://web.archive.org/web/20131203005453/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/gq.html. Heintað 2008-09-27. 


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið








ApplySandwichStrip

pFad - (p)hone/(F)rame/(a)nonymizer/(d)eclutterfier!      Saves Data!


--- a PPN by Garber Painting Akron. With Image Size Reduction included!

Fetched URL: http://fo.wikipedia.org/wiki/Guam

Alternative Proxies:

Alternative Proxy

pFad Proxy

pFad v3 Proxy

pFad v4 Proxy